Starvslønir

 

#Anchor-8aa3 "Anchor-8aa3"

   

Starvslønir
til listaligt og mentanarligt arbeiði í 2018

Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í listaligum og fakligum metingum av verkevni ella verkætlan.

Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.

Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn
galdandi í 3 ár og starvslønir galdandi í 1 mánað til 12 mánaðir.

Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stigi 1, sum eftir 1. oktober 2016 er kr. 26.660,80 um mánaðin.
Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni ella á skrivstovuni.

Umsóknir skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. desember 2017.

Mentanargrunnur Landsins
Lützenstrøð 4, FO-100 Tórshavn
tlf. 320842    tlf. 220845
mentan@mentanargrunnur.fo

 

   

Játtaðar starvslønir

#Anchor-284p "Anchor-284p"

 

2001-2010

2011-2020

 

Stovnað tann 27/10/2016, 17:01:47.
Seinast dagførd tann 28/03/2017, 10:07:39.