Søkjast kann um stuðul frá Mentanargrunninum umvegis okkara umsóknarportal
Hevur tú trupulleikar við skipanini, set teg í samband við skrivstovuna. Vit taka eisini fegin ímóti fráboðan, um onkur tekstur/boð ikki eru at skilja.
Freistin at søkja til Film IV. er 1. november 2026
Við nýggju kunngerðini um stuðul til film er tað Mentanargrunnur Landsins, sum umsitur stuðulsjáttan til film.
Endamálið við stuðulsjáttanini er at framleiða og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm og listafilm.
Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Filmur“.
Freistin at søkja Starvsløn 2027 er 15. desember 2026
Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi, arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listaligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum starvslønir við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur endamál grunsins, og sum nevnd grunsins metir hevur listalig ella faklig dygdareyðkenni.
Endamál grunsins er at styðja starv fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísindum og øðrum mentamálum bæði hjá leikum og lærdum. Grunnurin skal serliga stuðla tiltøkum og verkætlanum, sum kveikja og menna føroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og aðra list, sum kann javnmetast við hesar listagreinir.
Starvslønirnar kunnu vera latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 12 mánaðir og starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.
Upphæddin á starvslønini svarar til læraralønina á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, sum er DKK 33.548,30 um mánaðin, umframt 15% í eftirløn.
Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Starvsløn”.
Freistin at søkja Íverksetanarstuðul 2027 er 15. desember 2026
Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði.
Mentanargrunnur Landsins kann lata umsøkjarum íverksetanarstuðul við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur endamál grunsins, og sum nevnd grunsins metir hevur listalig ella faklig dygdareyðkenni.
Stuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelieri, námsferðir, o.l.
Íverksetanarstuðulin er DKK 75.000 árliga og kann í mesta lagi latast sama persóni í 2 ár.
Søkjast kann við at nýta umsóknarblaðið “Íverksetanarstuðul”.
Komandi umsóknarfreistir
- til Film IV. er 1. nov. 2026
- til Starvsløn 2027 er 15. des. 2026
- til Íverksetanarstuðul 2027 er 15. des. 2026
- til Film I. er 1. febr. 2027
- til Stuðul I. er 15. febr. 2027
- til Týðing I. er 15. febr. 2027
- til Føroyskt tilfar til Børn og ung I. er 15. febr. 2027
- til Listafólkaløn 2027 er 1. apríl 2027
- til Film II. er 1. mai 2027
- til Stuðul II. er 15. mai 2027
- til Týðing II. er 15. mai 2027
- til Føroyskt tilfar til Børn og ung II. er 15. mai 2027
- til Film III. er 1. sept. 2027
- til Stuðul III. er 15. okt. 2027
- til Týðing III. er 15. okt. 2027
- til Føroyskt tilfar til Børn og ung III. er 15. okt. 2027
- til Film IV. er 1. nov. 2027