Stuðulsmøguleikar
Mentanargrunnur Landsins veitir stuðul til tey § 1 í Løgtingslóg nr. 84 frá 17. mai 2000 um Mentanargrunn Landsins nevndu endamál, undir hesum starvslønir, listafólkalønir, íverksetanarstuðul, styttri skeið hjá listafólkum og stuðul til ymiskar verkætlanir.
Mentanargrunnur Landsins kann harumframt eftir umsókn stuðla bókaútgávur og tónleikaútgávur upp til 30% av útgávukostnaðinum.
Vísindaligt arbeiði, framsýningar, framførslur o.l. kunnu eftir umsókn fáa stuðul.
Stuðul
Vanligur stuðul er til verkætlanir og til mentanarligt virksemi sum heild, umframt týðingar og føroyskt tilfar til børn og ung. Stuðulin verður veittur tríggjar ferðir árliga.
Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo
Starvsløn
Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Starvslønir verða veittar einaferð árliga.
Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Starvslønir kunnu verða latnar soleiðis: 1 starvsløn galdandi í 3 ár, 2 starvslønir galdandi í 1 ár og starvslønir galdandi í 1 til 6 mánaðir.
Starvslønin um mánaðin svarar í upphædd til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1.
Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvar starvslønir verða latnar, tó skal samlaða útreiðslan til starvslønir fyri eitt játtanarár ikki verða meira enn helmingurin av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins.
Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo
Íverksetanarstuðul
Endamálið við íverksetanarstuðlinum er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listararbeiði.
Íverksetanarstuðul verður veittur einaferð árliga.
Íverksetanarstuðul verður latin eftir nevndarinnar meting av listarligum dygdareyðkennum.
Íverksetanarstuðul er á kr. 75.000,- árliga. Íverksetanarstuðulin kann nýtast til tilfar, leigu av atelier, námsferðir, livikostnaði o.tíl.
Íverksetanarstuðul kann bert latast sama persóni eina ferð og í mesta lagi fyri tvey ár.
Nevndin ger sjálv av, hvussu nógvir íverksetanarstuðlar verða latnir, tó skal útreiðslan til íverksetanarstuðul ikki verða meira enn 10% av samlaðu játtanini til Mentanargrunn Landsins.
Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo
Listafólkaløn
Umsóknarumfar til listafólkalønir er einaferð árliga. Nærri verður lýst við freistini, sí okkara heimasíðu.
Endamálið við listafólkalønunum er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í játtanarskeiðnum burturav arbeiða við list. Útgangsstøðið er, at listafólkini skulu arbeiða í minsta lagi í 3 ár. Yrkislistafólk kunnu ikki røkja annað fast starv, meðan tey fáa listafólkaløn, tó kunnu tey hava inntøkur av sínum skapandi virksemi.
Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir innan listaliga økið.
Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo
Filmsjáttan
Filmsjáttanin hevur til endamáls at skapa og menna føroyskan film við denti á fiktiónsfilm, heimildarfilm, animatiónsfilm og listafilm við teirri játtan, ið er til endamálið á fíggjarlógini.
Stuðul til film verður veittur fýra ferðir árliga.
Stuðul til film verður latin umsøkjara við støði í verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í Løgtingslóg um Mentanargrunn Landsins. Harumframt verður stuðulin latin við støði í bæði listarligum og fakligum innihaldi, og verkligari tilgongd, sí Soleiðis søkir tú – Mentanargrunnur Landsins.
Stuðul verður latin til søgu- og hugskotsmening, handritsmenning, undanframleiðslu, framleiðslu, eftirframleiðslu og útbreiðslu.
Tveir filmsráðgevar, settir av Mentanargrunni Landsins eftir tilmæli frá eini faknevnd, meta um stuðulsumsóknirnar við leiðreglum sum grundarlagi, ið faknevndin hevur ásett. Filmsráðgevarar gera tilmæli til Mentanargrunn Landsins um stuðul til film.
Faknevnd fyri film:
Marjun Niclasen (umboðar Filmshúsið)
Pætur M. Dahl (umboðar Felagið Føroysk Filmsfólk)
Filmsráðgevar:
Jan Berg Jørgensen
Urd Johannesen
Umsóknarfreist: sí www.mentanargrunnur.fo